Bóltastøddir

Nakað av iva hevur verið viðvíkjandi bóltastøddini 1,5.

Bóltaframleiðarin Select er givin at framleiða hesa støddina, og tí verður støddin ikki longur nýtt í Danmark.

Tó eru fleiri ítróttarhandlar í Føroyum, sum hava fitt av 1,5-bóltum á goymslu og HSF hevur tí valt at halda fram at nýta støddina so leingi hon er til taks.

Á limafundi herfyri varð avgjørt, at í aldursbólkunum Gentur 18, Gentur 16 og Dreingir 14 skal bóltur 1,5 nýtast, um ein slíkur er til taks í høllini. Er eingin slíkur til taks verður stødd 2 brúkt.

Annars eru bóltastøddirnar hesar:

Heiti Ummál / vekt Deildir

Stødd 3 58 cm 425 gr. Menn – D18

Stødd 2 54 cm 325 gr. Kvinnur – D16

Stødd 1½ 52 cm 320 gr. G16 – G18 – D14

Stødd 1 50 cm 290 gr. G14

Stødd 0 46 cm 225 gr. U12

Stødd 00 41 cm 200 gr. U10 – U8

Við stødd 0 og 00 verður spælt uttan harpiks. Hinir brúka harpiks.

Similar Posts

Leave a Reply