Dómaraskeið fyri øll

Mikukvøldið 2. oktober kl. 18.30 koma umboð frá dómaranevndini hjá HSF til Eiðis at halda skeið í døming fyri øll áhugaði. Skeiði verður í miðhøll skúlans og í ítróttarhøllini.

Skeiðið er ætlað øllum í felagnum, ið døma í yngri og eldru deildunum, venjarum í felagnum, skrivarum og tíðtakarum, leikarum, foreldrum og avvarðandi – eisini tey sum ongantíð hava dømt (á vøllinum :o)

YVIRSKIPAÐ SKRÁ:

1. Hvat er høvuðsuppgávan hjá einum dómara og hvat inniber rollan. 2. Hvat siga reglurnar og hvussu leiða vit ein hondbóltsdyst um mun til galdandi reglur. – Gjøgnumgongd av grundleggjandi dómarareglum, tolkan av reglum og dómaratekin v.m. – Hvussu skal dømast í yngru deildunum, vaksnamannadeildum og fremstu deildum. – Spurningar og svar til reglur og praksis. 3. Hvat er uppgávan hjá skrivara og tíðtakara. 4. Hvussu kunnu dómarar og venjarar samstarva og menna hondbóltsspælið (serliga í yngru deildunum). 5. Hvussu kann eg mennast sum dómari (Menningarætlan hjá HSF).

Hetta er eitt tilboð sum HSF bjóðar einstøku feløgunum, og vit vóna, at so nógv sum gjørligt taka av hesum møguleikanum.

Similar Posts

Leave a Reply