Lóg Eiðis Bóltfelag

Navn og endamál felagsins

§ 1. Navn felagsins er Eiðis Bóltfelag, heimstaður Eiði.

§ 2. Starvsgrundarlag og endamál felagsini er at kveikja áhuga og virka til frama fyri hondbóltinum í økinum. Felagið kann eisini umboða aðrar ítóttargreinar.

Limaskapur

§ 3. Limur kann hvør tann, sum ynskir tað, gerast, um aðalfundurin ikki mótmælir. Feløg og onnur áhugaði, kunnu gerast hvílandi limir.

Stk. 2. Starvsnevndin kann gera av, at mál um limaskap skal leggjast fyri aðalfund.

§ 4. Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum hvørt ár fyri íðkandi og hvílandi limir. Um ein limur ikki ætlar sær at vera í felagnum longur, skal hann boða starvsnevndini ella kassameistaranum frá.

§ 5. Tá ið limur ikki hevur goldið álagdan pening í 6 mánaðar, skal kassameistarin krevja hann eftir gjaldi. Hann skal tá greiða frá atvoldini til tess, og um hann støðugt vil vera limur.

§ 6. Ber limur seg so ósømiliga at, at hann er felagnum at skaða, skal starvsnevndin reka hann úr felagnum. Tílík avgerð verður løgd fyri aðalfundin. Lógliga kravt limagjald skal gjaldast og verður ikki afturrindað.

Bygnaður

§ 7. Felagið skal røkjast av starvsnevnd, sum verður vald á aðalfundi.

Aðalfundur

§ 8. Aðalfundurin er viðtøkuførur, líka mikið hvussu fáir limir møta, og er hægsti rættur felagsins.

Stk. 2. Aðalfundur verður at halda í seinasta lagi í mai mánaða á hvørjum ári, og verður lýstur minst 8 dagar áðrenn fundin við hesi dagsskrá:

  1. Val av fundarstjóra.
  2. Frásøgn starvsnevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.
  3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi og yvirlit yvir árið, ið fór.
  4. Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár.
  5. Innkomin uppskot og uppskot frá starvsnevndini.
  6. Val av starvsnevndarlimum.
  7. Val av grannskoðara.
  8. Ymiskt.

Stk. 3. Uppskot um lógarbroyting skal vera starvsnevndini í hendi seinast 1. mars ella seinast 4 vikur áðrenn aðalfundurin verður hildin. Onnur uppskot skulu skulu vera latin inn til felagið í so góðari tíð, at evnið kann takast við á dagsskránni fyri aðalfundin.

Stk. 4. Allir íðkandi limir yvir 14 ár hava sama atkvøðurætt áðalfundinum. Hvør limur hevur eina atkvøðu og atkvøðast kann ikki við fulltrú. Hvílandi limir hava ikki atkvøðurætt.

Stk. 4. Øll uppskot verða samtykt við vanligum meiriluta av greiddum atkvøðum. Viðtøkubroytingar kunnu tó bert samtykkjast við 2/3 meiriluta.

Stk. 5. Eykaaðalfundur kann haldast, tá starvsnevndin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið minst 10 limir skrivliga krevja tað og geva eina orsøk. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.

Starvsnevnd

§ 9. Starvsnevndarlimirnir verða valdir einsæris á aðalfundi av øllum limunum.

Stk. 2. Í starvsnevndina verða valdir 5 limir og 2 tiltakslimir. Starvsnevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár, soleiðis at annaðhvørt ár standa 2 fyri vali og annaðhvørt ár standa 3 fyri vali. Tiltakslimir verða valdir fyri sama tíðarskeið, soleiðis at annaðhvørt ár stendur 1 fyri vali og annaðhvørt ár stendur 1 fyri vali. Fer starvsnevndarlimur frá í úrtíð, kemur fyrstvaldi tiltakslimur í hansara stað.

Stk. 3. Starvsnevndin skipar seg sjálv við formanni/-kvinnu, næstformanni/-kvinnu, kassameistara og skrivara.

Stk. 4. Starvsnevndin hevur fund, so ofta formaðurin/-kvinnan heldur tað vera neyðugt, ella um ein av hinum nevndarlimunum ynskir tað. Starvsnevndarfundir kunnu haldast talgilt.

Stk. 5. Eingin avgerð kann verða tikin á starvsnevndarfundi, uttan so at minst 3 limir eru á fundi. Á starvsnevndarfundi verða øll mál at gera av við vanligum meiriluta. Stendur á jøvnum ræður atkvøðan hjá formanni-/kvinnu.

Aðrar ásetingar

§ 10. Formaðurin/-kvinnan ella næstformaðurin/-forkvinnan í starvsnevndini undirritar felagið saman við einum starvsnevndarlimi. Samlaða starvsnevndin kann eisini undirrita felagið. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.

§ 11. Um felagið skal takast av ella broyta navn, skulu allir limir á aðalfundi, ið lýstur er við hesum fyri eyga, atkvøða fyri hesum.

§ 12. Um felagið verður avtikið, skulu ognir felagsins latast kommununi í varðveitslu, til felagið verður endurstovnað.

§ 13. Felagið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra felagnum til. Limirnir ella starvsnevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.

Viðtikin á eykaaðalfundi 14. apríl 1962 við seinni broytingum. Endurskoðað og viðtikin á aðalfundi 22. februar 2022.