EB fyrstu ferð umboðað á landsliðnum

Fyri fyrstu ferð eru tveir (núverandi) EB-leikarar úttiknir til hondbóltslandsliðið. Tað eru tær báðar Lea Lisberg og Sára Jacobsen, sum eru úttiknar til U-16 landsliðið, sum skal luttaka í European Open í Göteborg í Svøríki

Kappingin er í døgunum 2. til 6. juli og er skipað í fýra bólkum, har tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki vinna seg víðari í kappingini. Føroyar eru í bólki B saman við Hollandi, Ungarn, Litava og Georgia.

Føroyska liðið hevur seinastu tíðina vant miðvíst fram móti hesari kappingini, sum er fyrsta avbjóðing uttanlands hjá hesum gentum. Kappingin er samstundis ein liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina fyri U17-lið, sum verður á sumri 2019.

Ferðalagið fór avstað til Svøríkis í morgun og er væntandi heima aftur næsta sunnudag.

Tær sekstan, sum eru úttiknar eru Rannvá Olsen úr VÍF, Rakul Wardum og Natasja Hammer úr Kyndli, Vár Brattalíð úr VB, Bára Hansen, Jana Mittún, Elsa Egholm, Alda Gilladóttir, Brynhild Pálsdóttir og Lív Rúnadóttir úr H71, Judith Johansen úr StÍF, Petra Andrea Larsen, Katrina Mortansdóttir og Rúna Jógvansdóttir Larsen úr Neistanum og so altso Lea Símunardóttir Lisberg og Sára Jacobsen úr EB. Venjarar eru Kári Nielsen, Dia Midjord, Anya Midjord og Jóhan Hofgaard.

Á heimasíðuni hjá Europeiska hondbóltssambandinum, EHF ber til at fylgja við kappingini.

Vit ynskja Leu, Sáru og øllum hinum góða ferð og góða eydnu í Svøríki.

EndFragment

Similar Posts

Leave a Reply