Kristinn Guðmundsson settur sum høvðusvenjari

EB verður at síggja í bestu kvinnudeildini næsta kappingarár. Íslendingurin Kristinn Guðmunsson er settur sum høvuðsvenjari

EB hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við ungdómsdeildunum í hondbólti. Hetta hevur havt við sær, at EB hevur lið við í øllum aldursbólkum bæði á gentu og dreingja síðuni. Hettar er eitt gott fundament, at byggja víðari á.

Tí hevur EB í tøttum samstarvi við HSF gjørt av, at melda lið til í bestu kvinnudeildini næsta kappingarár.

Kristinn Guðmundsson verður høvuðsvenjari hjá EB og fer at venja besta kvinnuliðið. Kristinn fer harumfrat at hava høvuðsábyrgdina av allari venjing og skal í góðum samstarvi við venjararnar hjá EB menna ungdómin í felagnum.

Arbeitt verður eisini við, at finna ein venjara til 2. ungdómslið, ein málmansvenjara og ein styrkivenjara, sum saman við okkara egnu venjarum, koma at takað sær okkara liðum.

Stutt um Kristinn

Kristin er 44 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum venjari. Hann hevur verið venjari í bestu íslendsku mannfólkadeildini í 12 ár, í bestu íslendsku kvinnudeildini í 2 ár og í næst og trið bestu kvinnudeildini í noregi 5 ár.

Hesi árini Kristinn hevur verið venjari hevur hann vant børn og ung øll árini.

Kristinn byrjar í starvinum 1 juli.

Similar Posts

Leave a Reply