Hondbóltsskúli í Vági 17.-18. oktober

Aftur í ár skipar VB fyri hondbóltsskúla fyri børn í heystfrítíðini. Tiltakið fevnir um tveir dagar, 17. og 18. oktober og er ætla børnum í 1.-10. flokki.

Tiltakið fer fram í Vágshøll og í Marghøllini og millum annað fer ein landsliðsvenjari at hava nakrar venjingar við teimum eldru børnunum.

Kostnaðurin fyri skúlan er 250 kr. Systkin fáa tó avsláttur. Við í prísinum er døgurði og frukt báðar dagarnar og diskotek í VB-húsinum mikukvøldið, har eisini verður møguleiki at keypa okkurt gómagott.

Tá skúlin er liðugur fær hvør luttakari gávu og prógv.

Freistin at boðað frá luttøku er fríggjadagin 12. oktober hjá Gurið Augustinussen, tlf. 503485.

Similar Posts

Leave a Reply