Morten Helwig heldur fram í EB

Nú er greitt, at Morten Helwig heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB. Hann fer eisini framhaldandi at hava ábyrgdina fyri leikaramenningini í felagnum.

Í løtuni liggur hondbólturin stillur, og ógreitt er hvussu hetta kappingarárið fer at enda, men Eiðis Bóltfelag og Morten Helwig hava í dag longt sáttmálan, so hann er galdandi fyri kappingarárið 2020/2021.

Felagið hevur verið væl nøgt við tað arbeiði, sum Morten hevur gjørt hetta fyrsta árið, og tað hevur leingi ligið í kortunum, at sáttmálin fór at verða longdur. Í samrøðu við heimasíðuna sigur Morten seg hava verið sera glaðan fyri tíðina hann hevur verið í Føroyum, og er sera fegin um at hann fær møguleikan at halda fram.

Morten gleðir seg at byggja víðari á tað grundarlag sum er lagt í ár, og sær nógvar møguleikar fyri menning, bæði hjá einstøkum leikarum og felagnum sum heild. Ein longri samrøða við Morten verður at lesa á heimasíðuni í vikuskiftinum.

Similar Posts

Leave a Reply