Les søguna um Eiðis Bóltfelag

Úr søgubókunum

Eiðis Bóltfelag (EB) varð sett á stovn 23. februar 1913 og er sostatt eldsta ítróttarfelag í Eysturoynni.

Felagið setti sær beinanvegin fyri at fáa til vega hóskandi øki at gera fótbóltsvøll. Tað leigaði sær tí eitt hagastykki á Mølini fyri seks krónur um árið. Felagið hevði frá byrjanini einar 40 limir og limagjaldið var í 1914 sett til tríggjar krónur um árið fyri virknar, og eina krónu fyri óvirknar limir. Hvørjum virknum limi varð harumframt álagt at arbeiða upp á vøllin tíggju dagar um árið í nakrar vetrar. 

Hetta var tó lættari sagt enn gjørt, tí nógv grót skuldi brótast burtur. Tí var vøllurin fyrstu árini minni enn teir flestu, og tí var ikki óvanligt at spælt var við færri leikarum enn vanligt á hvørjum liði.

Tað var ikki fyrr enn í september 1967, at vøllurin á Mølini varð fótbóltsvøllur í fullari stødd.

Í 1945 varð eisini farið undir at spæla hondbólt á Mølini. Tað var lærarin í bygdini Andreas Thomsen, sum var úr Gøtu, sum tók stig til hetta og undirtøkan var góð. Í 1947 varð fyrstu ferð meldað lið til landskappingina í hondbólti, og kvinnurnar av Eiði gjørdu ikki mætari enn at vinna bæði 1. og 2. deild! Finaluna í bestu deildini vunnu tær 7-3 móti Vípuni av Sandi. Dysturin varð spældur í Gundadali í Havn og venjari var Óli Egilstrøð. Hetta er framvegis einasta føroyameistaraheitið hjá EB í vaksnamannadeildunum. Annars vunnu EB-kvinnur eisini næstbestu deildina í 1948, 1949, 1973 og 1974 og mennirnir vunnu næstbestu deildina 1969 og 1976.

Í 1972 varð asfalteraður hondbóltsvøllur gjørdur við skúlan á Eiði. Men um sama mundið fóru ítróttarhallir at stinga seg upp ymsastaðni í Føroyum og hondbóltur gjørdist ein innandurðaítróttur. Hetta var helst ein av orsøkunum til at EB sum frá leið fánaði burtur í hondbóltshøpi.

Í 1980’unum tá kvinnufótbólturin bleiv meira skipaður í Føroyum var EB sum oftast at finna í bestu deildini, men hjá monnunum tyktist vera torført at standa seg. Í Sundalagnum var støðan nakað tann sama, og 1992 varð tí tikin avgerð um at stovna Felagsdeildina EB/Streymur til tess at styrkja fótbóltsliðini á Eiði og í Sundalagnum. Fyrstu árini var samstarvið galdandi fyri besta liðið hjá monnum, men í dag fevnur tað um allar deildir hjá báðum kynum.
Felagsliðið má sigast at hava staði seg væl og millum annað hevur besta manslið vunnið tvey meistaraheiti og fýra steypasigrar. Og í 2017 vann kvinnuliðið EB/Streymur/Skála bæði meistaraheitið og steypakappingina. Hetta prógvar at eitt vælskipað samstarv kann lyfta støðið og vera til stórt gagn fyri allar partar.

Hóast hondbóltsvirksemi hjá EB í 1980’unum datt heilt niðurfyri, so hevur áhugin fyri hondbólti allatíð verið til staðar. Tað var tó ein stórur meinbogi, at man manglaði eina ítróttarhøll í bygdini ella nærumhvørvinum. Í 2003 bleiv so ítróttarhøll gjørd í samband við skúlan á Eiði og síðani er hondbólturin aftur farin at blomstra í bygdini.

Í dag er Eiðis Bóltfelag hondbóltsfelag burturav og felagið hevði kappingarárið 2017/18 lið í øllum deildum upp til 16 ár hjá bæði gentum og dreingjum, umframt 2. deild hjá kvinnum og monnum.

Í juli 2018 fekk EB sínar fyrstu landsliðsleikarar tá Lea Lisberg og Sára Jacobsen vóru við U-16 landsliðnum til European Open í Svøríki.