Limagjald 2023/24

Fyri at sleppa at spæla og venja við EB skal limagjald vera goldið.

Limagjaldið verður goldið í einum fyri alt kappingarárið og eru gjøldini fylgjandi.
Íðkandi limir.
U6: 200 kr.  
U8: 300 kr.  
U10 & 12: 450 kr.  
U14 & Eldri: 650 kr.
Fam. við 3 ella fleir børnum, er yngsta barni frítt.

Limagjaldið kann flytast á konto 9181 5135968 viðmerkja navn á leikara og føðiár.

Hvílandi limir:
Eisini ber til at teknað seg sum hvílandi lim. Hetta kostar 200 kr. (ella so nógv, sum ein hevur hug at stuðla felagnum við  :o)

Tey, ið hava hug at spæla hondbólt, men av onkrari orsøk ikki fáa goldið limagjaldið. Kunnu seta seg í samband við nevndina á tlf. 222448, so finna vit eina loysn.