Kristinn longt sáttmálan við EB

Kristinn longt sáttmálan við EB

Nú er greitt, at Kristinn Guðmundsson heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB.

Eiðis Bóltfelag og Kristinn Guðmundsson hava í dag longt sáttmálan, so hann eisini er galdandi kappingarárið 2023/2024.

Felagið hevur verið væl nøgt við tað arbeiði, sum Kristinn hevur gjørt hetta fyrsta árið í felagnum og gleða okkum til framhaldandi gott samstarv. Umframt at standa á odda fyri fremsta Kvinnuliðnum, kemur Kristinn eisini at verða høvðusvenjari hjá U8 og U10 liðunum í felagnum.

Kristinn sigur við heimasíðuna, at familjan trívist væl á Eiði og at hann trívist væl í felagnum. Hann gleðir seg at byggja víðari á tað grundarlag sum er lagt í fjør, og sær nógvar møguleikar fyri menning, bæði hjá einstøkum leikarum og felagnum sum heild.

Similar Posts