Væleydnaður Danmarkartúrur

Um mánaðarskiftið juli-august var eitt stórt ferðalag úr EB til Generation Handball í Viborg. Hetta er ein stór árlig hondbóltsstevna, har ungdómslið ymsastaðni úr heiminum luttaka. Í ár luttóku 185 lið, har av 6 úr EB.

Yvir 60 leikarar umframt venjarar, foreldur og systkin høvdu nakrar frálíkar dagar í góðveðrinum í Danmark. Umframt sjálvan hondbóltin vóru alskyns aktivitetir, sum man kundi hugna sær við millum dystirnar.

Úrslitini vóru sum vera man misjøvn, men sum heild sera góð. Nevnast kann, at Gentur U10 komu í B-finaluna og Gentur U12 komu í finaluna í beach-hondbólti. Hetta seinna – har spælt verður á sandi og á smærri vøllum við fýra leikarum á hvørjum liði – er nakað sum okkara leikarar ikki vóru vanir við, men tey tóktust at hugna sær óført.

Um kvøldarnar var møguleiki at síggja hondbólt á høgum støði, tí tá vóru venjingardystir millum professionel mans- og kvinnulið úr Danmark og øðrum londum. Millum onnur spældi Bjerringbro-Silkeborg, sum Jóhan á Plógv Hansen spælur við. Jóhan var eisini so beinasamur at geva sær tíð til at greiða frá síni hondbóltsleið og gav sær góða tíð til at svara spurningum, taka myndir og skriva autografar.

Samanumtikið var hetta ein sera góður túrur, bæði ítróttarliga og ikki minst sosialt. Fleiri myndir, filmsbrot og annað tilfar um túrin er at finna á Facebook-vanganum hjá EB.

Similar Posts

Leave a Reply