Tilmeldingardagur 2022/23 Leygardagin 10 sep.

Leygardagin 10. septembur 2022 kl. 17.30 til 19.00 verður tilmelding til kappingarárið 2022/23 í Ítróttarhøllini við Streymin.

Fyri at spæla/venja hondbólt skal limagjald vera goldið.
Limagjaldið fyri kappingarárið er:

Íðkandi limir:U6: 200 kr.  
U8: 300 kr.  
U10 & 12: 450 kr.  
U14: 550 kr.
U16 & eldri: 650 kr.
– Familjur við trimum ella fleiri børnum gjalda ikki fyri yngsta barnið.

Hvílandi limir: 200 kr

Árskort til heimadystirnar í SMS Deildini: 700 kr.

Eisini verður møguligt at keypa EB drakt og bóltar. Sum nakað nýtt kanst tú prenta navn ella nummar á draktina og fáa hana heim við hendan dagin.

G.G
Tey, sum vilja spæla hondbólt, men av onkrari orsøk ikki fáa komið í høllina leygarkvøldi, kunnu venda sær til nevndina.

Similar Posts