Tilmeldingardagur 12. september

Mikudagin 12. september frá kl. 18 til 20 verður tilmelding til kappingarárið 2018/19 í Ítróttarhøllini á Eiði.

Fyri at spæla/venja hondbólt í vetur, skal limagjald vera goldið. Limagjaldið er:

– 200 kr. fyri U6 og U8

– 300 kr. fyri allar aðrar deildir

Hægsta gjald fyri eitt húski er 900 kr.

Tey, sum vilja spæla hondbólt, men av onkrari orsøk ikki fáa komið í høllina mikukvøldið kunnu venda sær til nevndina, so finna vit eina loysn.

Umframt tilmeldingina ber hetta kvøldið til at keypa bóltar fyri ein góðan prís. Vit mæla til at allir leikarar eiga hvør sín bólt.

Similar Posts

Leave a Reply