EB styrkir SMS-hópin við Brasilianskum leikara.

EB hevur gjørt avtalu við 26 ára gamla vinstra bakkin Talitu Alves Carneiro, um at spæla við EB komandi kappingar ár.

Talita er 26 ára gomul og kemur úr býnum Ponte Nova sum liggur á Eystursíðuni tætt við stórbýðin Belo Horizonte, hon er útbúgvin fyrioterapeut.
Talita hevur spælt megin partin av síni hondbólt karrieru í Brasilien, har hon millum annað hevur verði við til at vinna 2 Brasiliansk meistaraheiti.
Í 2020 kom hon til Europa at spæla, fyrst í Turkalandi, síðan Spanien. Síðsta kappingar ár, spældi hon við Romenska liðnum Baia Mare.

Talita er partur av Brasilianska bruttolandsliðs hópinum. Hon hevur spælt 10 landsdystir og var partur av brasilianska liðnum sum endaði á 6 plássi til HM í 2021. Í løtuni fyrireika tær seg til Pan amerianska meistarheiti í oktobur og HM í novembur, desembur 2023. Spennandi verður at fylgja við um Talita verður partur av hópinum. 

Umframt at spæla kemur hon at hava ábyrdina av styrki og skaðafyrbyrgjandi venjingunum hjá okkara ungdóms leikarum.

Vit í EB eru glað um at hava fingið Talitu í hópin og eru vís í at hon kemur at styrkja væl um okkara unga hóp.

Vit í EB ynskja Talitu hjartaliga vælkomna.

Similar Posts