EB sett høvuðsungdómsvenjara

EB hevur sett Morten Helwig sum høvuðsungdómsvenjara komandi kappingarár. Eiðis Bóltfelag er eitt hondbóltsfelag í støðugari menning. Fyri at menna felagið enn meira, hevur EB komandi kappingarár sett danan Morten Helwig í starv sum barna- og ungdómsvenjara og mennara. Umframt at skipa dagligu venjingarnar skal Morten vera við til at styrkja hinar venjarar í felagnum, og at skapa eina felagsmentan og ein góðan leist at reka felagið frameftir. Hetta er alt liður í, at leggja lunnar undir at EB aftur verður fastur partur av vaksnamannadeildunum.

Morten, sum er 33 ára gamal og kemur frá Børkop uttanfyri Vejle, hevur eina kandidatútbúgving í Idræt og Sundhed við sergrein í ‘Talentudvikling og sportspsykologi i elite- og konkurrenceidræt’ á Syddansk Universitet í 2018. Seinasta árið hevur hann gingið á hondbóltsvenjaralinjuni hjá Ikast Sportshøjskole (ISI) har hann eisini hevur tikið DHF divisiónsvenjaraútbúgvingina.

Morten hevur drúgvar royndir sum ungdómsvenjari. Umframt at hava verið venjari hjá Børkop Håndboldklub í fleiri ár, hevur hann millum annað eisini verði venjari hjá U14 og U18 hjá Team Esbjerg og U16 hjá Ikast HK. Í løtuni er Morten í Bulgaria við bretska U19-kvinnulandsliðnum, sum hann er hjálparvenjari hjá.

Morten byrjar í starvinum hálvan august.

Vit í EB gleða okkum til samstarvið við Morten og ynskja honum hjartaliga vælkomnan í felagið og góða eydnu í starvinum.

Similar Posts

Leave a Reply