Foreldrafundurin fluttur til kl. 18.
Felags foreldrafundurin hjá EB í annaðkvøld, mikukvøldið er orsaka av føstuguðstænastuni framskundaður ein tíma til kl. 18. Vónandi møta tit fjølment.
Felags foreldrafundur
Mikukvøldið 27. mars kl. 19 verður felags foreldrafundur í Miðhøllini í Eiðis skúla. Á fundinum verður tikið samanum kappingarárið 2018-19 og kunnað verður um ætlanirnar komandi kappingarár. Møti fjølment.
Tilmeldingardagur 12. september
Mikudagin 12. september frá kl. 18 til 20 verður tilmelding til kappingarárið 2018/19 í Ítróttarhøllini á Eiði. Fyri at spæla/venja hondbólt í vetur, skal limagjald vera goldið. Limagjaldið er: – 200 kr. fyri U6 og U8 – 300 kr. fyri allar aðrar deildir Hægsta gjald fyri eitt húski er 900 kr. Tey, sum vilja spæla…

Væleydnaður Danmarkartúrur
Um mánaðarskiftið juli-august var eitt stórt ferðalag úr EB til Generation Handball í Viborg. Hetta er ein stór árlig hondbóltsstevna, har ungdómslið ymsastaðni úr heiminum luttaka. Í ár luttóku 185 lið, har av 6 úr EB. Yvir 60 leikarar umframt venjarar, foreldur og systkin høvdu nakrar frálíkar dagar í góðveðrinum í Danmark. Umframt sjálvan hondbóltin…

EB fyrstu ferð umboðað á landsliðnum
Fyri fyrstu ferð eru tveir (núverandi) EB-leikarar úttiknir til hondbóltslandsliðið. Tað eru tær báðar Lea Lisberg og Sára Jacobsen, sum eru úttiknar til U-16 landsliðið, sum skal luttaka í European Open í Göteborg í Svøríki Kappingin er í døgunum 2. til 6. juli og er skipað í fýra bólkum, har tvey tey bestu liðini í…