EB fyrstu ferð umboðað á landsliðnum

Fyri fyrstu ferð eru tveir (núverandi) EB-leikarar úttiknir til hondbóltslandsliðið. Tað eru tær báðar Lea Lisberg og Sára Jacobsen, sum eru úttiknar til U-16 landsliðið, sum skal luttaka í European Open í Göteborg í Svøríki

Kappingin er í døgunum 2. til 6. juli og er skipað í fýra bólkum, har tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki vinna seg víðari í kappingini. Føroyar eru í bólki B saman við Hollandi, Ungarn, Litava og Georgia.

Føroyska liðið hevur seinastu tíðina vant miðvíst fram móti hesari kappingini, sum er fyrsta avbjóðing uttanlands hjá hesum gentum. Kappingin er samstundis ein liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina fyri U17-lið, sum verður á sumri 2019.

Ferðalagið fór avstað til Svøríkis í morgun og er væntandi heima aftur næsta sunnudag.

Tær sekstan, sum eru úttiknar eru Rannvá Olsen úr VÍF, Rakul Wardum og Natasja Hammer úr Kyndli, Vár Brattalíð úr VB, Bára Hansen, Jana Mittún, Elsa Egholm, Alda Gilladóttir, Brynhild Pálsdóttir og Lív Rúnadóttir úr H71, Judith Johansen úr StÍF, Petra Andrea Larsen, Katrina Mortansdóttir og Rúna Jógvansdóttir Larsen úr Neistanum og so altso Lea Símunardóttir Lisberg og Sára Jacobsen úr EB. Venjarar eru Kári Nielsen, Dia Midjord, Anya Midjord og Jóhan Hofgaard.

Á heimasíðuni hjá Europeiska hondbóltssambandinum, EHF ber til at fylgja við kappingini.

Vit ynskja Leu, Sáru og øllum hinum góða ferð og góða eydnu í Svøríki.

EndFragment

Similar Posts

  • Tilmeldingardagur 2022/23 Leygardagin 10 sep.

    Leygardagin 10. septembur 2022 kl. 17.30 til 19.00 verður tilmelding til kappingarárið 2022/23 í Ítróttarhøllini við Streymin. Fyri at spæla/venja hondbólt skal limagjald vera goldið.Limagjaldið fyri kappingarárið er: Íðkandi limir:U6: 200 kr.  U8: 300 kr.  U10 & 12: 450 kr.  U14: 550 kr.U16 & eldri: 650 kr.– Familjur við trimum ella fleiri børnum gjalda ikki…

  • Dómaraskeið fyri øll

    Mikukvøldið 2. oktober kl. 18.30 koma umboð frá dómaranevndini hjá HSF til Eiðis at halda skeið í døming fyri øll áhugaði. Skeiði verður í miðhøll skúlans og í ítróttarhøllini. Skeiðið er ætlað øllum í felagnum, ið døma í yngri og eldru deildunum, venjarum í felagnum, skrivarum og tíðtakarum, leikarum, foreldrum og avvarðandi – eisini tey…

  • Bóltastøddir

    Nakað av iva hevur verið viðvíkjandi bóltastøddini 1,5. Bóltaframleiðarin Select er givin at framleiða hesa støddina, og tí verður støddin ikki longur nýtt í Danmark. Tó eru fleiri ítróttarhandlar í Føroyum, sum hava fitt av 1,5-bóltum á goymslu og HSF hevur tí valt at halda fram at nýta støddina so leingi hon er til taks….

Leave a Reply