Virksemið í einum lítlum hondbóltsfelagi sum EB stendur og fellur við sjálvbodnum óløntum arbeiði. Tí eru vit ómetaliga fegin um alla ta hjálp og stuðul, sum foreldur og onnur leggja í felagið, bæði í samband við tiltøk og gerandis.

Men óansæð hvussu man ber seg at, so er tað ikki ókeypis at reka eitt ítróttarfelag. Tí eru vit eisini sera takksom fyri tann stuðul, sum vinnulív, kommunur og onnur lata – fíggjarliga ella á annan hátt – so keypast kunnu klæði og útgerð annars og skipast kann fyri venjingarlegum og øðrum, sum er mennandi fyri leikarar og hjálparfólk. 

Um tú hevur hug at stuðla EB, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við starvsnevndina á [email protected].

Stuðla okkara stuðlum – Teir stuðla OKKUM !