EB gjørt avtalu við Maša Varajic.

ByEidisbolt FelagAugust 11, 2022

EB hevur gjørt leiguavtalu við RK Trebjesa Niksic um at Maša Varajic spælir við EB restina av kappingar ár.

Maša er 21 ára gomul, hon kemur úr býnum Niksic Montenegro, hon hevur spælt við RK Trebjesa síðan hon var 10 ára gomul, seinastu árðini í bestu kvinnu deildin í Montenegro.

Umframt at spæla kemur hon at venja onkur av gentuliðini hjá okkara í vetur.

Vit í EB eru glað um at hava fingið Maša í hópin og eru vís í at hon kemur at styrkja væl um okkara unga hóp.

EB ynskir Maša hjartaliga vælkomna í EB.

Similar Posts

  • Morten Helwig heldur fram í EB

    Nú er greitt, at Morten Helwig heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB. Hann fer eisini framhaldandi at hava ábyrgdina fyri leikaramenningini í felagnum. Í løtuni liggur hondbólturin stillur, og ógreitt er hvussu hetta kappingarárið fer at enda, men Eiðis Bóltfelag og Morten Helwig hava í dag longt sáttmálan, so hann er galdandi fyri kappingarárið 2020/2021….

  • EB nýggja heimasíðu

    Vælkomin til almennu heimasíðuna hjá Eiðis Bóltfelag. Her finnur tú ymiskt tilfar um felagið, so sum yvirlit yvir venjarar, venjingartíðir, kontaktupplýsingar og søguligt tilfar. EB hevur eisini eina síðu á Facebook og ætlanin er, at hesir báðir miðlar saman skulu mynda felagið úteftir. Á EB.fo finnur tú telefonnummur, teldupostadressur og annað upplýsandi tilfar, meðan tú…

  • EB sett høvuðsungdómsvenjara

    EB hevur sett Morten Helwig sum høvuðsungdómsvenjara komandi kappingarár. Eiðis Bóltfelag er eitt hondbóltsfelag í støðugari menning. Fyri at menna felagið enn meira, hevur EB komandi kappingarár sett danan Morten Helwig í starv sum barna- og ungdómsvenjara og mennara. Umframt at skipa dagligu venjingarnar skal Morten vera við til at styrkja hinar venjarar í felagnum,…

  • Tilmeldingardagur 12. september

    Mikudagin 12. september frá kl. 18 til 20 verður tilmelding til kappingarárið 2018/19 í Ítróttarhøllini á Eiði. Fyri at spæla/venja hondbólt í vetur, skal limagjald vera goldið. Limagjaldið er: – 200 kr. fyri U6 og U8 – 300 kr. fyri allar aðrar deildir Hægsta gjald fyri eitt húski er 900 kr. Tey, sum vilja spæla…