Tilmeldingardagur 2022/23 Leygardagin 10 sep.

Leygardagin 10. septembur 2022 kl. 17.30 til 19.00 verður tilmelding til kappingarárið 2022/23 í Ítróttarhøllini við Streymin.

Fyri at spæla/venja hondbólt skal limagjald vera goldið.
Limagjaldið fyri kappingarárið er:

Íðkandi limir:U6: 200 kr.  
U8: 300 kr.  
U10 & 12: 450 kr.  
U14: 550 kr.
U16 & eldri: 650 kr.
– Familjur við trimum ella fleiri børnum gjalda ikki fyri yngsta barnið.

Hvílandi limir: 200 kr

Árskort til heimadystirnar í SMS Deildini: 700 kr.

Eisini verður møguligt at keypa EB drakt og bóltar. Sum nakað nýtt kanst tú prenta navn ella nummar á draktina og fáa hana heim við hendan dagin.

G.G
Tey, sum vilja spæla hondbólt, men av onkrari orsøk ikki fáa komið í høllina leygarkvøldi, kunnu venda sær til nevndina.

Similar Posts

  • Maria Fisker til EB

    EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið við Mariu Fisker Stokholm Eiðis Bóltfelag hevur gjørt avtalu við 35 ára gomlu Mariu Fisker Stokholm fyri tey komandi tvey kappingarárini. Maria fer bæði at virka sum leikari og venjari. Maria kemur úr Viborg HK, har hon júst hevur endað eina framúrskarandi yrkisleið á hægsta stigi. Hon hevur spælt 100…

  • EB sett høvuðsungdómsvenjara

    EB hevur sett Morten Helwig sum høvuðsungdómsvenjara komandi kappingarár. Eiðis Bóltfelag er eitt hondbóltsfelag í støðugari menning. Fyri at menna felagið enn meira, hevur EB komandi kappingarár sett danan Morten Helwig í starv sum barna- og ungdómsvenjara og mennara. Umframt at skipa dagligu venjingarnar skal Morten vera við til at styrkja hinar venjarar í felagnum,…

  • Bóltastøddir

    Nakað av iva hevur verið viðvíkjandi bóltastøddini 1,5. Bóltaframleiðarin Select er givin at framleiða hesa støddina, og tí verður støddin ikki longur nýtt í Danmark. Tó eru fleiri ítróttarhandlar í Føroyum, sum hava fitt av 1,5-bóltum á goymslu og HSF hevur tí valt at halda fram at nýta støddina so leingi hon er til taks….

  • Morten Helwig heldur fram í EB

    Nú er greitt, at Morten Helwig heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB. Hann fer eisini framhaldandi at hava ábyrgdina fyri leikaramenningini í felagnum. Í løtuni liggur hondbólturin stillur, og ógreitt er hvussu hetta kappingarárið fer at enda, men Eiðis Bóltfelag og Morten Helwig hava í dag longt sáttmálan, so hann er galdandi fyri kappingarárið 2020/2021….

  • EB styrkir SMS-hópin við Grønlendskum landsliðsspælara.

    EB hevur gjørt avtalu við strikuspælaran Nukaaku P. Lyberth, um at spæla við EB komandi kappingar ár. Nukaaka er 21 ára gomul, hon kemur úr Nuuk, hon er student við ítrótti sum rætningslinju. Nukaaka hevur spælt megin partin av lívinum við NÛK úr Nuuk, eitt skifti í 2020 royndi hon seg hjá Nykøbing Falster Hondbólti….