Væleydnaður Danmarkartúrur

Um mánaðarskiftið juli-august var eitt stórt ferðalag úr EB til Generation Handball í Viborg. Hetta er ein stór árlig hondbóltsstevna, har ungdómslið ymsastaðni úr heiminum luttaka. Í ár luttóku 185 lið, har av 6 úr EB.

Yvir 60 leikarar umframt venjarar, foreldur og systkin høvdu nakrar frálíkar dagar í góðveðrinum í Danmark. Umframt sjálvan hondbóltin vóru alskyns aktivitetir, sum man kundi hugna sær við millum dystirnar.

Úrslitini vóru sum vera man misjøvn, men sum heild sera góð. Nevnast kann, at Gentur U10 komu í B-finaluna og Gentur U12 komu í finaluna í beach-hondbólti. Hetta seinna – har spælt verður á sandi og á smærri vøllum við fýra leikarum á hvørjum liði – er nakað sum okkara leikarar ikki vóru vanir við, men tey tóktust at hugna sær óført.

Um kvøldarnar var møguleiki at síggja hondbólt á høgum støði, tí tá vóru venjingardystir millum professionel mans- og kvinnulið úr Danmark og øðrum londum. Millum onnur spældi Bjerringbro-Silkeborg, sum Jóhan á Plógv Hansen spælur við. Jóhan var eisini so beinasamur at geva sær tíð til at greiða frá síni hondbóltsleið og gav sær góða tíð til at svara spurningum, taka myndir og skriva autografar.

Samanumtikið var hetta ein sera góður túrur, bæði ítróttarliga og ikki minst sosialt. Fleiri myndir, filmsbrot og annað tilfar um túrin er at finna á Facebook-vanganum hjá EB.

Similar Posts

  • EB Nýggja heimasíðu

    Vælkomin til almennu heimasíðuna hjá Eiðis Bóltfelag. Her finnur tú ymiskt tilfar um felagið, so sum yvirlit yvir venjarar, venjingartíðir, kontaktupplýsingar og søguligt tilfar. EB hevur eisini eina síðu á Facebook og ætlanin er, at hesir báðir miðlar saman skulu mynda felagið úteftir. Á EB.fo finnur tú telefonnummur, teldupostadressur og annað upplýsandi tilfar, meðan tú…

  • Tilmeldingardagur 2023/24 Sunnudagin 3 sep.

    Sunnudagin 3. septembur 2023 kl. 15.00 til 17.00 verður tilmelding til kappingarárið 2023/24 í Ítróttarhøllini á Eiði. Fyri at spæla/venja hondbólt skal limagjald vera goldið.Limagjaldið fyri kappingarárið er: Íðkandi limir:U6: 200 kr.  U8: 300 kr.  U10 & 12: 450 kr.  U14 & eldri: 650 kr.– Familjur við trimum ella fleiri børnum gjalda ikki fyri yngsta barnið. Hvílandi…

  • Tilmeldingardagur 2020/2021

    Mikudagin 28. august 2019 frá kl. 18 til 20 verður tilmelding til kappingarárið 2019/20 í Ítróttarhøllini á Eiði. Fyri at spæla/venja hondbólt í vetur, skal limagjald vera goldið. Limagjaldið fyri alt kappingarárið er: – 300 kr. fyri U6 og U8 – 500 kr. fyri allar aðrar deildir Hægsta gjald fyri eitt húski er tó 1.000…

  • Tilmeldingardagur 12. september

    Mikudagin 12. september frá kl. 18 til 20 verður tilmelding til kappingarárið 2018/19 í Ítróttarhøllini á Eiði. Fyri at spæla/venja hondbólt í vetur, skal limagjald vera goldið. Limagjaldið er: – 200 kr. fyri U6 og U8 – 300 kr. fyri allar aðrar deildir Hægsta gjald fyri eitt húski er 900 kr. Tey, sum vilja spæla…

Leave a Reply