Morten Helwig heldur fram í EB

Nú er greitt, at Morten Helwig heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB. Hann fer eisini framhaldandi at hava ábyrgdina fyri leikaramenningini í felagnum.

Í løtuni liggur hondbólturin stillur, og ógreitt er hvussu hetta kappingarárið fer at enda, men Eiðis Bóltfelag og Morten Helwig hava í dag longt sáttmálan, so hann er galdandi fyri kappingarárið 2020/2021.

Felagið hevur verið væl nøgt við tað arbeiði, sum Morten hevur gjørt hetta fyrsta árið, og tað hevur leingi ligið í kortunum, at sáttmálin fór at verða longdur. Í samrøðu við heimasíðuna sigur Morten seg hava verið sera glaðan fyri tíðina hann hevur verið í Føroyum, og er sera fegin um at hann fær møguleikan at halda fram.

Morten gleðir seg at byggja víðari á tað grundarlag sum er lagt í ár, og sær nógvar møguleikar fyri menning, bæði hjá einstøkum leikarum og felagnum sum heild. Ein longri samrøða við Morten verður at lesa á heimasíðuni í vikuskiftinum.

Similar Posts

  • Tilmeldingardagur 2023/24 Sunnudagin 3 sep.

    Sunnudagin 3. septembur 2023 kl. 15.00 til 17.00 verður tilmelding til kappingarárið 2023/24 í Ítróttarhøllini á Eiði. Fyri at spæla/venja hondbólt skal limagjald vera goldið.Limagjaldið fyri kappingarárið er: Íðkandi limir:U6: 200 kr.  U8: 300 kr.  U10 & 12: 450 kr.  U14 & eldri: 650 kr.– Familjur við trimum ella fleiri børnum gjalda ikki fyri yngsta barnið. Hvílandi…

  • EB sett høvuðsungdómsvenjara

    EB hevur sett Morten Helwig sum høvuðsungdómsvenjara komandi kappingarár. Eiðis Bóltfelag er eitt hondbóltsfelag í støðugari menning. Fyri at menna felagið enn meira, hevur EB komandi kappingarár sett danan Morten Helwig í starv sum barna- og ungdómsvenjara og mennara. Umframt at skipa dagligu venjingarnar skal Morten vera við til at styrkja hinar venjarar í felagnum,…

  • Bóltastøddir

    Nakað av iva hevur verið viðvíkjandi bóltastøddini 1,5. Bóltaframleiðarin Select er givin at framleiða hesa støddina, og tí verður støddin ikki longur nýtt í Danmark. Tó eru fleiri ítróttarhandlar í Føroyum, sum hava fitt av 1,5-bóltum á goymslu og HSF hevur tí valt at halda fram at nýta støddina so leingi hon er til taks….

  • Kristinn longt sáttmálan við EB

    Kristinn longt sáttmálan við EB Nú er greitt, at Kristinn Guðmundsson heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB. Eiðis Bóltfelag og Kristinn Guðmundsson hava í dag longt sáttmálan, so hann eisini er galdandi kappingarárið 2023/2024. Felagið hevur verið væl nøgt við tað arbeiði, sum Kristinn hevur gjørt hetta fyrsta árið í felagnum og gleða okkum til…

  • Tilmeldingardagur 12. september

    Mikudagin 12. september frá kl. 18 til 20 verður tilmelding til kappingarárið 2018/19 í Ítróttarhøllini á Eiði. Fyri at spæla/venja hondbólt í vetur, skal limagjald vera goldið. Limagjaldið er: – 200 kr. fyri U6 og U8 – 300 kr. fyri allar aðrar deildir Hægsta gjald fyri eitt húski er 900 kr. Tey, sum vilja spæla…

Leave a Reply