Felags foreldrafundur
Mikukvøldið 27. mars kl. 19 verður felags foreldrafundur í Miðhøllini í Eiðis skúla.
Á fundinum verður tikið samanum kappingarárið 2018-19 og kunnað verður um ætlanirnar komandi kappingarár.
Møti fjølment.


Sunnudagin 3. septembur 2023 kl. 15.00 til 17.00 verður tilmelding til kappingarárið 2023/24 í Ítróttarhøllini á Eiði. Fyri at spæla/venja hondbólt skal limagjald vera goldið.Limagjaldið fyri kappingarárið er: Íðkandi limir:U6: 200 kr. U8: 300 kr. U10 & 12: 450 kr. U14 & eldri: 650 kr.– Familjur við trimum ella fleiri børnum gjalda ikki fyri yngsta barnið. Hvílandi…


EB hevur gjørt avtalu við 26 ára gamla vinstra bakkin Talitu Alves Carneiro, um at spæla við EB komandi kappingar ár. Talita er 26 ára gomul og kemur úr býnum Ponte Nova sum liggur á Eystursíðuni tætt við stórbýðin Belo Horizonte, hon er útbúgvin fyrioterapeut.Talita hevur spælt megin partin av síni hondbólt karrieru í Brasilien,…


Fyri fyrstu ferð eru tveir (núverandi) EB-leikarar úttiknir til hondbóltslandsliðið. Tað eru tær báðar Lea Lisberg og Sára Jacobsen, sum eru úttiknar til U-16 landsliðið, sum skal luttaka í European Open í Göteborg í Svøríki Kappingin er í døgunum 2. til 6. juli og er skipað í fýra bólkum, har tvey tey bestu liðini í…
Felags foreldrafundurin hjá EB í annaðkvøld, mikukvøldið er orsaka av føstuguðstænastuni framskundaður ein tíma til kl. 18. Vónandi møta tit fjølment.


EB hevur sett Morten Helwig sum høvuðsungdómsvenjara komandi kappingarár. Eiðis Bóltfelag er eitt hondbóltsfelag í støðugari menning. Fyri at menna felagið enn meira, hevur EB komandi kappingarár sett danan Morten Helwig í starv sum barna- og ungdómsvenjara og mennara. Umframt at skipa dagligu venjingarnar skal Morten vera við til at styrkja hinar venjarar í felagnum,…


Mikudagin 28. august 2019 frá kl. 18 til 20 verður tilmelding til kappingarárið 2019/20 í Ítróttarhøllini á Eiði. Fyri at spæla/venja hondbólt í vetur, skal limagjald vera goldið. Limagjaldið fyri alt kappingarárið er: – 300 kr. fyri U6 og U8 – 500 kr. fyri allar aðrar deildir Hægsta gjald fyri eitt húski er tó 1.000…

