EB fyrstu ferð umboðað á landsliðnum

Fyri fyrstu ferð eru tveir (núverandi) EB-leikarar úttiknir til hondbóltslandsliðið. Tað eru tær báðar Lea Lisberg og Sára Jacobsen, sum eru úttiknar til U-16 landsliðið, sum skal luttaka í European Open í Göteborg í Svøríki

Kappingin er í døgunum 2. til 6. juli og er skipað í fýra bólkum, har tvey tey bestu liðini í hvørjum bólki vinna seg víðari í kappingini. Føroyar eru í bólki B saman við Hollandi, Ungarn, Litava og Georgia.

Føroyska liðið hevur seinastu tíðina vant miðvíst fram móti hesari kappingini, sum er fyrsta avbjóðing uttanlands hjá hesum gentum. Kappingin er samstundis ein liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina fyri U17-lið, sum verður á sumri 2019.

Ferðalagið fór avstað til Svøríkis í morgun og er væntandi heima aftur næsta sunnudag.

Tær sekstan, sum eru úttiknar eru Rannvá Olsen úr VÍF, Rakul Wardum og Natasja Hammer úr Kyndli, Vár Brattalíð úr VB, Bára Hansen, Jana Mittún, Elsa Egholm, Alda Gilladóttir, Brynhild Pálsdóttir og Lív Rúnadóttir úr H71, Judith Johansen úr StÍF, Petra Andrea Larsen, Katrina Mortansdóttir og Rúna Jógvansdóttir Larsen úr Neistanum og so altso Lea Símunardóttir Lisberg og Sára Jacobsen úr EB. Venjarar eru Kári Nielsen, Dia Midjord, Anya Midjord og Jóhan Hofgaard.

Á heimasíðuni hjá Europeiska hondbóltssambandinum, EHF ber til at fylgja við kappingini.

Vit ynskja Leu, Sáru og øllum hinum góða ferð og góða eydnu í Svøríki.

EndFragment

Similar Posts

  • Dómaraskeið fyri øll

    Mikukvøldið 2. oktober kl. 18.30 koma umboð frá dómaranevndini hjá HSF til Eiðis at halda skeið í døming fyri øll áhugaði. Skeiði verður í miðhøll skúlans og í ítróttarhøllini. Skeiðið er ætlað øllum í felagnum, ið døma í yngri og eldru deildunum, venjarum í felagnum, skrivarum og tíðtakarum, leikarum, foreldrum og avvarðandi – eisini tey…

  • EB sett høvuðsungdómsvenjara

    EB hevur sett Morten Helwig sum høvuðsungdómsvenjara komandi kappingarár. Eiðis Bóltfelag er eitt hondbóltsfelag í støðugari menning. Fyri at menna felagið enn meira, hevur EB komandi kappingarár sett danan Morten Helwig í starv sum barna- og ungdómsvenjara og mennara. Umframt at skipa dagligu venjingarnar skal Morten vera við til at styrkja hinar venjarar í felagnum,…

  • Kristinn Guðmundsson settur sum høvðusvenjari

    EB verður at síggja í bestu kvinnudeildini næsta kappingarár. Íslendingurin Kristinn Guðmunsson er settur sum høvuðsvenjari EB hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við ungdómsdeildunum í hondbólti. Hetta hevur havt við sær, at EB hevur lið við í øllum aldursbólkum bæði á gentu og dreingja síðuni. Hettar er eitt gott fundament, at byggja víðari á. Tí…

  • EB Nýggja heimasíðu

    Vælkomin til almennu heimasíðuna hjá Eiðis Bóltfelag. Her finnur tú ymiskt tilfar um felagið, so sum yvirlit yvir venjarar, venjingartíðir, kontaktupplýsingar og søguligt tilfar. EB hevur eisini eina síðu á Facebook og ætlanin er, at hesir báðir miðlar saman skulu mynda felagið úteftir. Á EB.fo finnur tú telefonnummur, teldupostadressur og annað upplýsandi tilfar, meðan tú…

  • Kristinn longt sáttmálan við EB

    Kristinn longt sáttmálan við EB Nú er greitt, at Kristinn Guðmundsson heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB. Eiðis Bóltfelag og Kristinn Guðmundsson hava í dag longt sáttmálan, so hann eisini er galdandi kappingarárið 2023/2024. Felagið hevur verið væl nøgt við tað arbeiði, sum Kristinn hevur gjørt hetta fyrsta árið í felagnum og gleða okkum til…

Leave a Reply