Væleydnaður Danmarkartúrur

Um mánaðarskiftið juli-august var eitt stórt ferðalag úr EB til Generation Handball í Viborg. Hetta er ein stór árlig hondbóltsstevna, har ungdómslið ymsastaðni úr heiminum luttaka. Í ár luttóku 185 lið, har av 6 úr EB.

Yvir 60 leikarar umframt venjarar, foreldur og systkin høvdu nakrar frálíkar dagar í góðveðrinum í Danmark. Umframt sjálvan hondbóltin vóru alskyns aktivitetir, sum man kundi hugna sær við millum dystirnar.

Úrslitini vóru sum vera man misjøvn, men sum heild sera góð. Nevnast kann, at Gentur U10 komu í B-finaluna og Gentur U12 komu í finaluna í beach-hondbólti. Hetta seinna – har spælt verður á sandi og á smærri vøllum við fýra leikarum á hvørjum liði – er nakað sum okkara leikarar ikki vóru vanir við, men tey tóktust at hugna sær óført.

Um kvøldarnar var møguleiki at síggja hondbólt á høgum støði, tí tá vóru venjingardystir millum professionel mans- og kvinnulið úr Danmark og øðrum londum. Millum onnur spældi Bjerringbro-Silkeborg, sum Jóhan á Plógv Hansen spælur við. Jóhan var eisini so beinasamur at geva sær tíð til at greiða frá síni hondbóltsleið og gav sær góða tíð til at svara spurningum, taka myndir og skriva autografar.

Samanumtikið var hetta ein sera góður túrur, bæði ítróttarliga og ikki minst sosialt. Fleiri myndir, filmsbrot og annað tilfar um túrin er at finna á Facebook-vanganum hjá EB.

Similar Posts

  • Bóltastøddir

    Nakað av iva hevur verið viðvíkjandi bóltastøddini 1,5. Bóltaframleiðarin Select er givin at framleiða hesa støddina, og tí verður støddin ikki longur nýtt í Danmark. Tó eru fleiri ítróttarhandlar í Føroyum, sum hava fitt av 1,5-bóltum á goymslu og HSF hevur tí valt at halda fram at nýta støddina so leingi hon er til taks….

  • Maria Fisker til EB

    EB styrkir SMS-hópin og venjaratoymið við Mariu Fisker Stokholm Eiðis Bóltfelag hevur gjørt avtalu við 35 ára gomlu Mariu Fisker Stokholm fyri tey komandi tvey kappingarárini. Maria fer bæði at virka sum leikari og venjari. Maria kemur úr Viborg HK, har hon júst hevur endað eina framúrskarandi yrkisleið á hægsta stigi. Hon hevur spælt 100…

  • Dómaraskeið fyri øll

    Mikukvøldið 2. oktober kl. 18.30 koma umboð frá dómaranevndini hjá HSF til Eiðis at halda skeið í døming fyri øll áhugaði. Skeiði verður í miðhøll skúlans og í ítróttarhøllini. Skeiðið er ætlað øllum í felagnum, ið døma í yngri og eldru deildunum, venjarum í felagnum, skrivarum og tíðtakarum, leikarum, foreldrum og avvarðandi – eisini tey…

  • Morten Helwig heldur fram í EB

    Nú er greitt, at Morten Helwig heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB. Hann fer eisini framhaldandi at hava ábyrgdina fyri leikaramenningini í felagnum. Í løtuni liggur hondbólturin stillur, og ógreitt er hvussu hetta kappingarárið fer at enda, men Eiðis Bóltfelag og Morten Helwig hava í dag longt sáttmálan, so hann er galdandi fyri kappingarárið 2020/2021….

Leave a Reply