Foreldrafundurin fluttur til kl. 18.
Felags foreldrafundurin hjá EB í annaðkvøld, mikukvøldið er orsaka av føstuguðstænastuni framskundaður ein tíma til kl. 18.
Vónandi møta tit fjølment.


Nakað av iva hevur verið viðvíkjandi bóltastøddini 1,5. Bóltaframleiðarin Select er givin at framleiða hesa støddina, og tí verður støddin ikki longur nýtt í Danmark. Tó eru fleiri ítróttarhandlar í Føroyum, sum hava fitt av 1,5-bóltum á goymslu og HSF hevur tí valt at halda fram at nýta støddina so leingi hon er til taks….


EB hevur sett Morten Helwig sum høvuðsungdómsvenjara komandi kappingarár. Eiðis Bóltfelag er eitt hondbóltsfelag í støðugari menning. Fyri at menna felagið enn meira, hevur EB komandi kappingarár sett danan Morten Helwig í starv sum barna- og ungdómsvenjara og mennara. Umframt at skipa dagligu venjingarnar skal Morten vera við til at styrkja hinar venjarar í felagnum,…


ByEidisbolt FelagAugust 11, 2022 EB hevur gjørt leiguavtalu við RK Trebjesa Niksic um at Maša Varajic spælir við EB restina av kappingar ár. Maša er 21 ára gomul, hon kemur úr býnum Niksic Montenegro, hon hevur spælt við RK Trebjesa síðan hon var 10 ára gomul, seinastu árðini í bestu kvinnu deildin í Montenegro. Umframt…


Kristinn longt sáttmálan við EB Nú er greitt, at Kristinn Guðmundsson heldur fram sum høvuðsvenjari hjá EB. Eiðis Bóltfelag og Kristinn Guðmundsson hava í dag longt sáttmálan, so hann eisini er galdandi kappingarárið 2023/2024. Felagið hevur verið væl nøgt við tað arbeiði, sum Kristinn hevur gjørt hetta fyrsta árið í felagnum og gleða okkum til…


Sum vit kunngjørdu hósdagin, so hava EB og Morten Helwig valt at leingja sáttmálan, so hann eisini er galdandi fyri kappingarárið 2020/2021. Heimasíðan hevur hitt Morten til eina samrøðu, nú hann hevur valt at halda fram í EB eitt ár afturat. Hóast Morten hetta fyrsta árið er blivin toliliga fermur til føroyskt, so hava vit…

