EB nýggja heimasíðu

Vælkomin til almennu heimasíðuna hjá Eiðis Bóltfelag. Her finnur tú ymiskt tilfar um felagið, so sum yvirlit yvir venjarar, venjingartíðir, kontaktupplýsingar og søguligt tilfar.

EB hevur eisini eina síðu á Facebook og ætlanin er, at hesir báðir miðlar saman skulu mynda felagið úteftir.

Á EB.fo finnur tú telefonnummur, teldupostadressur og annað upplýsandi tilfar, meðan tú á Facebook-vanganum finnur meira dynamiskt tilfar, so sum myndir, upplýsing um tiltøk og líknandi.

Um tit hava onkrar viðmerkingar til innihaldið á síðuni ella okkurt hugskot til hvat skuldi verið á síðuni hoyra vit fegin frá tykkum.

Similar Posts

  • Væleydnaður Danmarkartúrur

    Um mánaðarskiftið juli-august var eitt stórt ferðalag úr EB til Generation Handball í Viborg. Hetta er ein stór árlig hondbóltsstevna, har ungdómslið ymsastaðni úr heiminum luttaka. Í ár luttóku 185 lið, har av 6 úr EB. Yvir 60 leikarar umframt venjarar, foreldur og systkin høvdu nakrar frálíkar dagar í góðveðrinum í Danmark. Umframt sjálvan hondbóltin…

  • Dómaraskeið fyri øll

    Mikukvøldið 2. oktober kl. 18.30 koma umboð frá dómaranevndini hjá HSF til Eiðis at halda skeið í døming fyri øll áhugaði. Skeiði verður í miðhøll skúlans og í ítróttarhøllini. Skeiðið er ætlað øllum í felagnum, ið døma í yngri og eldru deildunum, venjarum í felagnum, skrivarum og tíðtakarum, leikarum, foreldrum og avvarðandi – eisini tey…

  • Tilmeldingardagur 2020/2021

    Mikudagin 28. august 2019 frá kl. 18 til 20 verður tilmelding til kappingarárið 2019/20 í Ítróttarhøllini á Eiði. Fyri at spæla/venja hondbólt í vetur, skal limagjald vera goldið. Limagjaldið fyri alt kappingarárið er: – 300 kr. fyri U6 og U8 – 500 kr. fyri allar aðrar deildir Hægsta gjald fyri eitt húski er tó 1.000…

  • EB sett høvuðsungdómsvenjara

    EB hevur sett Morten Helwig sum høvuðsungdómsvenjara komandi kappingarár. Eiðis Bóltfelag er eitt hondbóltsfelag í støðugari menning. Fyri at menna felagið enn meira, hevur EB komandi kappingarár sett danan Morten Helwig í starv sum barna- og ungdómsvenjara og mennara. Umframt at skipa dagligu venjingarnar skal Morten vera við til at styrkja hinar venjarar í felagnum,…

Leave a Reply