Tilmeldingardagur 2020/2021

Mikudagin 28. august 2019 frá kl. 18 til 20 verður tilmelding til kappingarárið 2019/20 í Ítróttarhøllini á Eiði.

Fyri at spæla/venja hondbólt í vetur, skal limagjald vera goldið. Limagjaldið fyri alt kappingarárið er:

– 300 kr. fyri U6 og U8

– 500 kr. fyri allar aðrar deildir

Hægsta gjald fyri eitt húski er tó 1.000 kr.

Eisini ber til at tekna seg sum hvílandi lim í felagnum. Kostnaðurin fyri tað er 200 kr. (ella so nógv sum man hevur hug at lata :o)

Tey, sum vilja spæla hondbólt, men av onkrari orsøk ikki fáa komið í høllina mikukvøldið kunnu venda sær til nevndina, so finna vit eina loysn.

Umframt tilmeldingina verður høvi at royna og bíleggja nýggja venjingarbúnan og at keypa bóltar fyri ein góðan prís. Vit mæla til at allir leikarar eiga hvør sín bólt.

Til komandi kappingarár hava vit sett danan Morten Helwig í starv sum høvuðsungdómsvenjara við ábyrgd fyri leikaramenning. Morten verður til staðar hetta kvøldið og høllin verður opin, so stór og smá kunnu stuttleika sær har eina løtu.

Similar Posts

  • Dómaraskeið fyri øll

    Mikukvøldið 2. oktober kl. 18.30 koma umboð frá dómaranevndini hjá HSF til Eiðis at halda skeið í døming fyri øll áhugaði. Skeiði verður í miðhøll skúlans og í ítróttarhøllini. Skeiðið er ætlað øllum í felagnum, ið døma í yngri og eldru deildunum, venjarum í felagnum, skrivarum og tíðtakarum, leikarum, foreldrum og avvarðandi – eisini tey…

  • Bóltastøddir

    Nakað av iva hevur verið viðvíkjandi bóltastøddini 1,5. Bóltaframleiðarin Select er givin at framleiða hesa støddina, og tí verður støddin ikki longur nýtt í Danmark. Tó eru fleiri ítróttarhandlar í Føroyum, sum hava fitt av 1,5-bóltum á goymslu og HSF hevur tí valt at halda fram at nýta støddina so leingi hon er til taks….

  • EB styrkir SMS-hópin við Brasilianskum leikara.

    EB hevur gjørt avtalu við 26 ára gamla vinstra bakkin Talitu Alves Carneiro, um at spæla við EB komandi kappingar ár. Talita er 26 ára gomul og kemur úr býnum Ponte Nova sum liggur á Eystursíðuni tætt við stórbýðin Belo Horizonte, hon er útbúgvin fyrioterapeut.Talita hevur spælt megin partin av síni hondbólt karrieru í Brasilien,…

  • Væleydnaður Danmarkartúrur

    Um mánaðarskiftið juli-august var eitt stórt ferðalag úr EB til Generation Handball í Viborg. Hetta er ein stór árlig hondbóltsstevna, har ungdómslið ymsastaðni úr heiminum luttaka. Í ár luttóku 185 lið, har av 6 úr EB. Yvir 60 leikarar umframt venjarar, foreldur og systkin høvdu nakrar frálíkar dagar í góðveðrinum í Danmark. Umframt sjálvan hondbóltin…

Leave a Reply