EB styrkir SMS-hópin við Grønlendskum landsliðsspælara.

EB hevur gjørt avtalu við strikuspælaran Nukaaku P. Lyberth, um at spæla við EB komandi kappingar ár.

Nukaaka er 21 ára gomul, hon kemur úr Nuuk, hon er student við ítrótti sum rætningslinju.

Nukaaka hevur spælt megin partin av lívinum við NÛK úr Nuuk, eitt skifti í 2020 royndi hon seg hjá Nykøbing Falster Hondbólti. Síðsta kappingar ár spældi hon við SAK úr Sisimiut. Nukaaka hevur altíð elska hondbólt og tí hevur hon valt at flyta til Føroya, so hon kann spæla fleiri dystir á hægri støði.

Nukaaka hevur verði í bruttolandsliðs hópinum í eina tíð og bleiv í farnu viku úttikin til A-landsliði. 

Umframt at spæla kemur hon at hava ábyrdina av styrki og skaðafyrbyrgjandi venjingunum hjá okkara ungdóms leikarum.

Vit í EB eru glað um at hava fingið Nukaaku í hópin og eru vís í at hon kemur at styrkja væl um okkara unga hóp.

EB ynskir Nukaaku hjartaliga vælkomna í EB.

Similar Posts